Innanlands

Yvir 400.000 ferðafólk í fjør

Talan er um næsthægsta talið hjá Vága Floghavn fyri eitt ár, og er flogferðslan næstan komin upp á tað støðið, sum áðrenn korona

Tað ferðaðust 406.453 um flogvøllinum í Vágum, og er hetta næstbesta árið hjá Vága Floghavn. Bert í 2019 vóru fleiri ferðafólk (Mynd: Sverri Egholm)

Tað ferðaðust 406.453 um flogvøllinum í Vágum, og er hetta næstbesta árið hjá Vága Floghavn. Bert í 2019 vóru fleiri ferðafólk (Mynd: Sverri Egholm)

2023-01-03 18:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir tvey ár har avmarkingar settu sín dám á, hevur 2022 verið sum eitt vanligt ferðamannaár.

Í roynd og veru hevur árið verið heilt gott, í mun til flogferðsluna í Føroyum. Tað ferðaðust 406.453 um flogvøllinum í Vágum, og er hetta næstbesta árið hjá Vága Floghavn.

Hetta skrivar Kringvarpið í dag. 

Ferðafólkatalið hevur bert verið hægri einaferð áður. Tað var í 2019, beint áðrenn koronufarstóttin fór at seta dám á. Tá vóru ferðafólkini 424.281; tað vil siga, at næstan 18.000 fleiri enn í fjør. 

Ferðafólkatalið í 2022 var harvið beint undir 96 prosent av tí, sum tað var í 2019

Í desember í fjør vóru ferðafólkini 22.373, níggju prosent færri enn í desember 2019, tá tey vóru 24.595, upplýsir Kringvarpið.    

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder