Innanlands

Stjórnin: Tilmælini hjá nýskipanarnevdnini og fundurin um ríkisrættarligu støðuna til viðgerðar

Tvey mál, sum fylla nógv í politisku skipanini nú, fara eisini at fylla nógv í dagsins sending, sum verður eftir tíðindini klokkan 17. Til ber at lurta á FM1 og stroyma ókeypis á Portal Play.

Royndu politikararnir Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen hava avgjørt sínar meiningar um málini, sum nú eru á breddanum (Mynd: Sverri Egholm)

Royndu politikararnir Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen hava avgjørt sínar meiningar um málini, sum nú eru á breddanum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-25 12:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum vanligt er Stjórnin á skránni, nú mikudagur er. 

Tilmælini frá nýskipanarnevndini og ríkisrættarliga støðan - málið um limaskap í IOC - sum verður umrødd á fundi í løtuni vera á breddanum.

Sí eisini: 
Nýskipanarnevdin: Fólkaskúlin, tunnilsfeløg og aðalráð
Landsstýrismaðurin: - Liggur ikki í kortunum at niðurleggja 10. flokk

Royndu politikararnir Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen hava avgjørt sínar meiningar um hesi stóru málini, og tey fara vit at hoyra frá umleið klokkan 17.15.

Til ber at lurta á FM1 og stroyma ókeypis á Portal Play

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder