Innanlands

Yvir 38.000 fólk koppsett - yvir 36.000 koppsett seinnu ferð

Líka yvir tveir triðingar av íbúgvunum í Føroyum eru koppsettir tvær ferðir fyri koronu - 170 fólk vórðu koppsett í gjár

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2021-09-28 19:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Koppsetingargongdin hevur verið nakað svingandi í seinastuni, men nú eru líka yvir tveir triðingar av íbúgvunum í Føroyum koppsettir tvær ferðir fyri koronu

Í gjár, mánadagin 27. september, vórðu 170 fólk koppsett, skrivar corona.fo.

98 fólk fingu fyrra prikið, og harvið hava 38.059 fólk fingið fyrru koppsetingina. 72 fólk fingu seinnu koppsetingina. 36.070 fólk hava fingið seinnu koppsetingina.

Tilsamans 74.129 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder