Innanlands

Yvir 37.000 fólk koppsett

Nærum 72.000 koppsetingar eru nú gjørdar í Føroyum, og yvir 69 prosent av fólkinum hava fingið fyrru koppsetingina

(Savnsmynd: Heilsumálaráðið)

(Savnsmynd: Heilsumálaráðið)

2021-09-08 09:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar eru 410 fólk koppsett, og nú eru tilsamans 71.932 koppsetingar gjørdar fyri koronu í Føroyum.

Fyrradagin vórðu 325 fólk koppsett. 155 fólk fingu fyrru koppsetingina, og 170 fólk fingu tað seinnu. Í gjár varð koppsett á Sandoynni og í pørtum av Norðyggjum, og tá vórðu 85 fólk koppsett. 63 fólk fingu fyrru koppsetingina, og 22 fingu tað seinnu.

Nú hava 37.008 fólk fingið fyrru koppsetingina, ið svarar til 69,3 prosent av fólkinum í Føroyum, skrivar corona.fo.

34.924 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett. Tað svarar til 65,4 prosent av fólkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder