Innanlands

Yvir 100 milliónir staðfestir koronatilburðir

97 prosent av teimum smittaðu eru komin fyri seg. Í løtuni eru næstan 26 milliónir tilburðir - USA hevur seinasta árið havt beint undir 26 milliónir skrásettar tilburðir

Koronavirusið breddi seg skjótt tíðliga í fjør (Mynd: EPA)

Koronavirusið breddi seg skjótt tíðliga í fjør (Mynd: EPA)

2021-01-27 10:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

2020 byrjaði við, at tað varð frætt um eitt virus í Kina. Tað skuldi vísa seg, at hetta virusið fór at ávirka lívið hjá stórt sæð øllum kring heimin á ymsan hátt.

Tá varð hildið, at virusið byrjaði um jóltíðir í 2019 í býnum Wuhan. Men COVID-19 gjørdi helst um seg í vikunum áðrenn - møguliga eisini í Evropa. Tað eru ymiskt ástøði og kjak um, júst hvar og hvussu koronavirusið byrjaði

Síðurnar Worldometers  og Johns Hopkins University, ið fylgja gongdini kring heimin tætt, vístu í gjárkvøldið, at talið av smittaðum var farið uppum 100 milliónir. 

Sambært Worldometers eru beint undir 73 milliónir fólk komin fyri seg, m.a útskrivaði, eftir at tey hava fingið smittuna - summi fáa tó ávísar seinfylgir. Hetta svar til 97 prosent. Deyðstalið er 2,169,323. Tað svarar til trý prosent.

Samanlagt eru 25,789,202 aktivir tilburðir - 0,4 prosent av hesum verða mettir at vera kritiskir. 

USA er ovast á listanum, tá tað kemur til tal av smittaðum og deyðum við koronu. 

--

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

 

Rættað 14.32

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder