Við sangum sum Oktober, Bergen by, Bittelitt og Alma hevur norski bólkurin Oddny seinastu árini veruliga gjørt vart við seg á norska tónleikapallinum.
Við einari blanding av fólkatónleiki, indie, rokki og americana, og við erligum og nærverandi tekstum á norskum bygdamáli, hava teir vunnið bæði hjørtuni hjá áhoyrarunum og viðurkenning frá tónleikummælarum.
Fyrr í ár vann oddamaðurin í bólkinum, Iver Strand Senneset, eisini heiðurin sum ársins teksthøvundur á Spellemannprisen – norska svarið upp á Grammy.
Áðrenn teir fara á pallin á OY leygarkvøldið, leggja teir leiðina framvið FM1-Live til eitt tónleikaprát og Live framførslur í studio.
Vertur er Heri Wang Danielsen.
Lurta við á FM1, leygardagin 28. Novembur frá klokkan 12 til klokkan 13.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald