Innanlands

Tvøroyri lækkar skattin eitt vet og økir munandi um barnafrádráttin

Barnafrádrátturin í Tvøroyrar kommunu verður komandi ár 25 prosent hægri enn hægsti kommunali barnafrádráttur í ár.

2026-11-27 14:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tvøroyrar býráð hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2027, og við hesum tekur kommunan ítøkilig stig til at styrkja búsetingina í kommununi, venda fráflyting til tilflyting og eggja ungum og barnafamiljum til at seta búgv í kommununi.

Kommunuskatturin lækkar eitt vet úr 20,9 til 20,8 prosent, meðan barnafrádrátturin hækkar við einum helmingi úr 10.000 krónum upp í 15.000 krónur fyri hvørt barn.

Harvið setir Tvøroyrar kommuna nýggjan standard fyri støddina á barnafrádráttinum. Í inniverandi ári er nógv tann størsti barnafrádrátturin í Fugloyar kommunu, 12.000 krónur. Við nýggju ásetingini fáa barnafamiljurnar ein barnafrádrátt, ið er 25 prosent hægri enn hægsti kommunali frádrátturin í 2026.

Børn og ung, ið eru fevnd av frítíðarkortsskipanini, fáa framvegis 2.000 kr´lnur árliga til ítróttarligt og mentanarligt virksemi.

Fyri eina familju við tveimum børnum og einari samlaðari árligari skattskyldugari inntøku á 800.000 krónur, merkja skattligu broytingarnar ein skattalætta á 10.740 krónur um árið, svarandi til 895 krónur meira at ráða yvir um mánaðin, skrivar Tvøroyrar kommuna.

Fíggjarligi málsetningurin hjá kommununi er at halda nettoskuldini innan fyri 50 prosent av einari álíkning. Endaliga skuldarlutfallið er treytað av fíggjarstøðuni við árslok 2026, og fíggjargongdin verður tí fylgd neyvt.

Nógv meira um fíggjarætlanina og ætlanir hjá Tvøroyrar kommunu sæst her 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder