Innanlands

Widerøe avlýsti longu á øðrum túri

Avlýstu tí veðrið ikki var til vildar í Vágum í dag

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-09-06 17:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norska flogfelagið Widerøe var sín fyrsta regluliga túr í Føroyum fríggjadagin. Men longu á øðrum túrinum, sum skuldi vera í dag, avlýsti flogfelagið.

Samskiftisfólkið hjá Widerøe sigur fyri Kringvarpinum, at tey valdu at avlýsa, tá veðurforsøgnirnar í morgun søgdu, at líkindi neyvan fóru at vera at lenda í Vágum í dag. Widerøe skuldi eftir ætlan koma í Vágar beint fyri middag.

Ferðafólkini, sum skuldu havt verið við Widerøe í dag, verða ístaðin flogin við SAS umvegis Keypmannahavn.

Widerøe hevur ikki somu RNP-útgerðina, sum ger at bæði Atlantsflog og SAS kunnu lenda í Vágum, hóast sýnið er vánaligt.

Widerøe hevur sett sær fyri at flúgva til Føroya tvær ferðir um vikuna – mánadag og fríggjadag.

Floglíkindini í Vágum hava ikki verið av teimum bestu í dag. Tó eru øll flogførini lend sum ætlað. Floglfarið úr Billund, sum skuldi lenda kl. 17.20 er tó nakað seinkað.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder