Mentan

Whisky úr Klaksvík fær góð skotsmál

Gull til gyltu droparnir frá Einar's Whisky nr. 12

2023-04-28 19:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fimta útgávan av fuglarøðini frá Einar's Distillery fær góð skotsmál í The Whisky Bible. So góð, at útgávan hevur fingið gull heiðursmerki.

Ein whisky ummæli sigur tað vera "flótandi Gull ella Liquid Gold".

Útgávan hevur fingið heitið Ternan, og er altso fimta útgávan í fuglarøðini frá Einar's Distillery.

Flytifuglurin Ternan (Sterna Pardisaea) flýgur nógvar kilometrar til Føroya at reiðrast nú í mai.

Hendan serliga útgávan fær sera góð skotsmál  94.5/100. Frá Einar´s Distillery verður sagt, at tað er ein stórur heiður, at fáa gullheiðursmerki í "The Whisky Bible".

Smakkurin av hesi Ternuni sum er 55 prosent styrki er várkendur, við einum farra av tropiskum fruktum, vanilju og nógvum maltsøtleika.

Føtini til hesa útgávuna eru serlig. Eitt ljóst Bourbon- og tvey myrk Oloroso sherry føt. Føtini eru vald við nærlagni og við íblástri frá litinum á Ternuni.

Ternan verður til keyps í avmarkaðari nøgd í mai, sigur Einar's Distillery.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder