Mikudagin høvdu nógvir vestmenningar leita sær niðan í seyðahúsið tey kalla Fjalshúsið í Vestmanna, har eigarnir, í Dølum, høvdu uppsett eina sera forvitnisliga myndaframsyning.
Myndirnar vóru av tíðini, sum menn hava nýtt í Dalahús gjøgnum tíðirnar. Sjálvandi eru myndir ikki frá øllum tíðarskeiðnum frá 1926, men heit nógvar myndir vóru.
Eigararnir, í Dølum, vóru samstundis komir á rætt við seyði, sum teir høvdu rikið fyrr um dagin.
Umframt forvitnisligar myndir varð blíðskapurin stórur, tí har vóru skuffukøkur, pannikøkur, suppa og nógv gott leskiligt var at fáa, alt var heilt ókeypis.
Myndirnar eigur: Johanna Jógvansdóttir Egholm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald