Tíðliga í morgun var eitt ferðsluóhapp í Kollafirði, har ein bilur fór út av vegnum og endaði niðri í bønum.
Tvey fólk vóru í bilinum, og annað fólkið varð flutt á sjúkrahúsið til kanningar.
Hví óhappið hendi veit løgreglan ikki, men tað skal kannast. Løgreglan fer at avhoyra bilføraran fyrrapartin fyri at fáa greiðu á, hvat hendi, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Løgreglan kannar eisini eitt annað óhapp á Argjum í morgun, og í gjár varð ein annar bilførari skuldsettur fyri ikki at yvirhalda víkiskylduna í sambandi við eitt ferðsluóhapp í Saltangará.
Eitt sindur av materiellum skaða var, men eingin fólkaskaði.
Løgreglan var eisini úti og kannaði ferðsluna í høvuðsstaðarøkinum, og í hesum sambandi fingu fimm bilførarar klipp fyri at tosa í handhildnari telefon, meðan teir koyrdu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald