Mentan

Ársins bestu filmar í Norðurlandahúsinum

Krás til øll, ið elska film: Allir seks tilnevndu filmarnar til Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins verða at síggja komandi dagarnar.

Norski filmurin 'Affeksjonsverdi' verður sýndur 9. oktober

Norski filmurin 'Affeksjonsverdi' verður sýndur 9. oktober

2026-10-02 19:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Filmselskarar í Føroyum fáa nú høvi at síggja allar tilnevndu filmarnar til ársins Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins á stóra løriftinum, tá Norðurlandahúsið í døgunum 7. - 9. oktober fer at vísa allar 6 filmarnar.

Ársins filmar eru úr Danmark, Finnlandi, Føroyum, Íslandi, Noregi og Svøríki - fimm spælifilmar og ein heimildarfilmur, við sera ymiskum søgum og filmsúttrykkum.

[object Object]

Føroyski filmurin ‘Birita’, sum er millum tilnevndu filmarnar, verður sýndur 7. oktober kl. 17. Sama kvøld verður danski filmurin ‘Begyndelser’ sýndur. Dagarnir eftir verða tilnevndu filmarnar úr Finnlandi, Svøríki, Íslandi og Noregi sýndir.

Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins er latin síðani 2002. Hon verður latin til film við norðurlendskum mentanarrótfesti, sum hevur stórt listarligt virði, og sum hongur væl saman. Vinnarin av Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2026 verður kunngjørdur 20. oktober.

Skrá

7. oktober kl. 16: Undanprát til sýningina av Biritu: Føroyskur filmur fram á leið
7. oktober kl. 17: Birita– Føroyar 
7. oktober kl. 20: Begyndelser– Danmark
8. oktober kl. 17: Jossain on valo joka ei sammu(A Light That Never Goes Out) – Finnland
8. oktober kl. 18.45: Leikstjóraprát: Hitt filmleikstjóran Lauri-Matti Parppei
8. oktober kl. 20: Kevlarsjäl– Svøríki
9. oktober kl. 17: Ástin sem eftir er(The Love That Remains) – Ísland
9. oktober kl. 20: Affeksjonsverdi– Noreg

Atgongumerki á nlh.fo


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder