Innanlands

Whisky-ketilin loksins komin til Vestmanna

Nú kann framleiðslan hjá Faer Isles Distillery veruliga fara í gongd

Bogi Karbech Mouritsen og koparketilin (Skíggjamynd av Facebook)

Bogi Karbech Mouritsen og koparketilin (Skíggjamynd av Facebook)

2022-07-26 10:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú kunnu bryggjararnir í fyritøkuni Faer Isles fara í gongd við at bryggja whisky í størri mongdum.

Tað er nú rúm tíð gingin síðan stigtakararnir til Faer Isles Distillery fóru í gongd við at bryggja og dropadríva sterkan løg í leigaðum hølum inni á Fjørð í Vestmanna.

Men ein týðandi partur av útgerðini hevur manglað áðrenn gongd veruliga kann setast á bryggingina av whisky, sum verður høvuðsvøran á distellarínum.

Tí sjálvur tann stóri koparketilin, sum skal brúkast til at framleiðsluna er ikki komin fram fyrr enn nú, hóast hann fyri langari tíð er bílagdur og eisini liðugur. Burtursæð frá nøkrum smálutum, sum skuldu til fyri at samla deilirnar saman – hesir hava ikki verið til at fáa fatur á, serliga eftir at kríggj brast á í Ukreina, og trot hevur verið á eitt nú tilfari úr kopari.

Men nú er útgerðin komin til Vestmanna eftir at hava verið “strandað” í Skotlandi í eina tíð.

Í morgun kundi ein av stigtakarunum, Bogi Karbech Mouritsen, nærmast við jólaljósum í eygunum, boða frá á filmsbroti á Facebook, at dagurin í dag er nakað heilt serligt fyri fyritøkuna í Vestmanna, sum fyribils er staðsett í Vestmanna, men hevur ætlanir um at flyta í nýggjar framleiðslu- og goymslubygningar oman fyri Kvívík seinni.

Les eisini grein í Blaðnum Vikuskifti: Whisky úr Føroyum – helst við serligum ráka 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder