Fyrsta bilasølan, sum hevur almannakunngjørt ársroknskapin fyri 2021 er Wenzel P/F.
Talan er um ein søguliga góðan roknskap. Ársúrslitið gjørtist eitt avlop á 15,2 mió.kr.
Eigarnir fáa 10 mió.kr. útlutað í vinningsbýti.
Roknskapurin 2021 hjá Wenzel P/F vísur, at brottuvinningurin øktist úr 27,2 mió.kr. til 36,3 mió.kr. Vøksturin í bruttovinninginum var 33,8 prosent.
Starvsfólkakostnaðirnir vóru 14,9 mió.kr. í 2021 sammett vuð 12,6 mió.kr. í 2020. Starvsfólkatalið í 2021 var sambært roknskapinum íalt 42 starvsfólk.
Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2021, eisini nevnt Ebidta, var 21,4 mió.kr., sammett við 14,6 mió.kr. í 2020, sum er ein vøkstur á heili 46,9 prosent.
Ársúrslitið í 2021 gjørdist eitt avlop á 15,2 mió.kr. sammett við 9,6 mió.kr. í 2020. Vøksturin var heili 58,3 prosent.
Aðalfundurin hevur samtykt at luta 10 mió.kr. av ársúrslitinum út til eigararnar sum vinningsbýti.
Fíggjarjavnin hjá Wenzel P/F er øktur úr 84,9 mió.kr. í 2020 til 100,5 mió.kr. í 2021.
Støðisognirnar eru minkaðar úr 40,8 mió.kr. í 2020 til 38,2 mió.kr. í 2021
Ognir í umferð eru vaksnar úr 44,1 mió.kr. í 2020 til 62,3 mió.kr. í 2021. Serliga kann síggjast at vørugoymslurnar eru øktar úr 29,8 mió.kr. í 2020 til 43,7 mió.kr. í 2021.
Wenzel P/F er væl fyri fíggjarliga, har eginognin í 2021 er 43 mió.kr. Trygdarevnið er tískil 42,7 prosent, sum verður roknað at verða nøktandi.
Felagið hevur goldið niður uppá langfreistaðu skuldina, úr 24,4 mió.kr. í 2020 til 19,9 mió.kr. í 2021. Stuttfreistaða skuldin er hinvegin økt úr 30,7 mió.kr. í 2020 til 45,7 mió.kr. í 2021.
Høvuðspartaeigarar, sum eiga yvir 5 prosent av Wenzel P/F, eru Sp/f 5.03.12 Sp/f og Plys Sp/f.
Stjóri í Wenzel P/F er Rúni Martinsson Djurhuus og nevndarformaður er Jógvan Emil Nielsen.
Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald