Innanlands

Neyðugt at styrkja um flokslæraraleiklutin

Flokslærarauppgávan er vaksin munandi í vavi síðstu árini, og samgongan hevur lovað at gjørt okkurt við støðuna, vísir næstformaður Føroya Lærarafelags á.

Í samgonguskjalinum hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum stendur orðarætt “Flokslæraraleikluturin eigur at verða styrktur”. Ein orðing, sum tey allarflestu helst taka undir við, men samstundis ein so bleyt og rund orðing, sum kann vera hvørki fuglur ella fiskur. Spurningurin er, hvat hetta veruliga merkir (Mynd: skulabladid.fo)

Í samgonguskjalinum hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum stendur orðarætt “Flokslæraraleikluturin eigur at verða styrktur”. Ein orðing, sum tey allarflestu helst taka undir við, men samstundis ein so bleyt og rund orðing, sum kann vera hvørki fuglur ella fiskur. Spurningurin er, hvat hetta veruliga merkir (Mynd: skulabladid.fo)

2026-11-25 17:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skúlablaðið: - Flokslærarauppgávan er vaksin munandi í vavi síðstu árini, og tað er veruliga neyðugt at bøta um støðuna. 

Hetta staðfestir Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags.

Í samgonguskjalinum hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum stendur orðarætt “Flokslæraraleikluturin eigur at verða styrktur”. Ein orðing, sum tey allarflestu helst taka undir við, men samstundis ein so bleyt og rund orðing, sum kann vera hvørki fuglur ella fiskur.

Tí hvat merkir hetta í grundini? Merkir tað, at politiski myndugleikin av álvara ætlar at styrkja flokslæraraleiklutin, ella er hetta bara orð? Tað er skjótt og lætt at staðfesta, at tað er neyðugt at bøta um umstøðurnar hjá flokslærarum. Støðan hjá flokslæraranum er blivin væl lýst síðstu árini. Bæði í greinum og tilmælum er víst á, at tað er átrokandi neyðugt at styrkja flokslæraraleiklutin.

Næsti upplagdi spurningurin er so, hvussu politiski myndugleikin ætlar at styrkja flokslæraraleiklutin. Enn hevur ikki eitt kis verið at hoyrt um tað.

Ein partur av flokslæraraskipanini snýr seg um tímar. Arbeiðstíðaravtalan ásetur, at fyri flokslæraraarbeiði verða latnir 4 tímar fyri hvønn næming í 1. flokki, og 3 tímar verða latnir fyri hvønn næming um árið í 2.-10. flokki.

Í løtuni er støðan tó tann, at flokslærarin fær 5 tímar fyri hvønn næming í 1. flokki, 4 tímar fyri hvønn næming í 2.-3. flokki og 3 tímar fyri hvønn næming í 4.-10. flokki. Sostatt fær flokslærarin í skrivandi stund eitt lítið sindur meira, enn arbeiðstíðaravtalan ásetur. Tað var undanfarna samgonga, sum setti tað í verk. Um hesir eyka tímarnir eisini fara at verða latnir frameftir, veit eingin. Eitt er tó vist. Tímarnir eru kærkomnir, og um nakað so skuldi talið verið hækkað.

Tað er gott, at flokslærarin verður nevndur í samgonguskjalinum, og vónandi ætlar politiski myndugleikin at gera álvara av orðunum, sum flokslærarin hevur fingið í samgonguskjalinum. Sjálvur setningurin er so leysliga orðaður, sum hann yvirhøvur kann vera, men hví yvirhøvur nevna flokslæraran í einum so týðandi skjali, sum samgonguskjalið er, um ætlanin ikki er at gera nakað munagott fyri flokslæraran.

Flokslærarauppgávan er vaksin munandi í vavi síðstu árini, og tað er veruliga neyðugt at bøta um støðuna. Flokslærarin er ein av grundarsúlunum í fólkaskúlanum, og ein íløga í flokslæraran er ein góð íløga fyri allan fólkaskúlan. Flokslærarin hevur høvuðsábyrgdina av trivnaðinum hjá næmingunum, og hann samskiftir við leiðslu, sosialar myndugleikar og foreldur.

Tað er ein uppgáva, sum eigur fáa bestu sømdir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder