Mentan

Welcome to the Future: Nýtt sjónbandalag frá Dan Olsen

Sjónbandalagið til nýggjasta staklag hansara varð tikið upp í Saksun í summar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-09-07 13:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun útkom sjónbandalagið til nýggja staklagið hjá Dan Olsen, "Welcome to the Future".

Sjónbandalagið varð tikið upp í Saksun í summar.

Dan Olsen er kunstnaranavnið hjá argjamanninum Dánjal Róa Olsen, sum er búsitandi í London. Um lagið sigur Dánjal Rói Olsen, at "dimmliga veðrið tann dagin passaði sera væl til huglagið á sanginum, og upptøkan hevur ymiskar fjaldar meiningar".

Matt Lawrence, sum hevur vunnið eina Grammy-virðisløn fyri eina útgávu hjá bretska bólkinum Mumford & Sons, hevur miksað og mastrað, og Dánjal Rói Olsen hevur sjálvur skrivað og framleitt lagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder