Oktober í ár var lýggjari, enn hann hevur verið í miðal seinastu 30 árini, skrivar Veðurstova Føroya.
Miðalhitin í oktober seinastu 30 árini hevur verið átta stig, meðan í oktober í ár var moðalhitin 9,1 stig.
Mesti og minst máldi hiti í oktober í ár vóru ávikavist 14,4 og 2,8 stig.
– Samanumtikið fyri veðrið í oktober í ár gingu lágtrýst eftir lágtrýst beint á okkum við vindi og regni, og ímillum tey legði ein hátrýstryggur seg við góðum veðri. Illsligt veður viðhvørt, og mikudagin 14. oktober var stormur í miðalvindi, skrivar Veðurstovan.
Frá 1905 og fram til 1966 vaks miðalhitin fyri oktober 1,4 stig – úr 6,7 stigum upp í 8,1 stig. Eftir tað minkaði miðalhitin fram til 1998, tá ið hann var komin niður í 7,4 stig. Síðan tá er hann hækkaður aftur og er nú átta stig.
Hitametið fyri oktober síðan 1905 er frá 1908 - 9,8 stig. Í 1959 var næstan líka lýtt: 9,7 stig.
Sambært Veðurstovuni regnaði 26 dagar í oktober - tilsamans 131 mm. Hetta er eitt sindur minni enn miðaltalið fyri tey seinastu 30 árini, sum er 139 mm. Oktober er tann vátasti mánaðurin, og tølini fyri avfall sveggja nokkso nógv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald