Flokkurin Sverigesdemokraterna sleppur nú kravi sínum um sjálvur at vera við fyri at stuðla eini borgarligari stjórn í Svøríki.
Hetta letur upp fyri møguleikanum at skipa eina borgarliga stjórn, skrivar svenska TT tíðindastovan.
- Tá fyritreytirnar fyri at koma við í stjórn ikki eru til staðar, koma Sverigedemokraterna at sita í andstøðu fram til næsta val, ásannar Jimmie Åkesson, floksformaður.
- Tað merkir, at vit skulu góðtaka Ulf Kristerson við at lata vera við at atkvøða (atkvøða blankt, -red.) um ein nýggjan forsætisráðharra.
Men møguleikin fyri at sitandi forsætisráðharri úr moderata flokkinum kann halda fram, krevur at Centerpartiet skiftir síðu.
Centerpartiet hevur fyrr boðað frá, at Magdalena Andersson, forkvinna hjá sosialdemokratunum er tann, sum flokkurin ynskir skal vera stjórnarleiðari.
Flokkurin hevur eisini fyrr boðað frá, at tey ikki vilja sita í stjórn við luttøku av Vänsterpartiet.
Í løtuni er tað Ulf Kristersson, sitandi forsætisráðharri, sum hevur fingið litið upp í hendur at skipa nýggja stjórn.
Magdalena Andersson hevur fyrr í tveimum førum roynt at funnið meiriluta aftan fyri seg, men uttan at tað eydnaðist. Ta einu ferðina varð royndin vrakað við atkvøðugreiðslu í Ríkisdegnum.
Um spurningurin kemur fýra ferðir til atkvøðugreiðslu í Ríkisdegnum uttan úrslit, so verður val nýval skrivað út automatiskt.
Tað eru sostatt tvær atkvøðugreiðslur eftir, áðrenn sviar fáa boð um at fara til val aftur.
Higartil eru 53 samdøgur farin síðan valið – uttan útlit til semju um nýggja stjórn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald