Varandi Vinna hevur saman við IRF og Kommunalu Brennistøðini skipað fyri skeiðinum, sum hevur til endamáls at geva starvsfólkum vitan og amboð til at betra um burturkastskiljing og endurvinning á arbeiðsplássum, og nú hava útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar, skrivar Vinnuhúsið.
Skeiðið hevur verið skipað yvir sjey vikur við vitjanum hjá IRF á Hagaleiti og Kommunalu Brennistøðini á Hjalla. Luttakararnir hava fingið innlit í, hvussu burturkast verður handfarið, hvat hendir við tí, sum verður latið til endurvinning, og hví tað hevur týdning at skilja rætt.
Súsanna Berg, ráðgevi í burðardygd í Vinnuhúsinum fegnast um góðu undirtøkuna fyri skeiðið, tí tað vísir, at fyritøkur vilja taka ábyrgd og gerast betri til at skilja burturkast.
– Tað hevur serliga stóran týdning, at luttakararnir kunnu taka vitanina við sær aftur á arbeiðsplássið og gera ítøkiligar broytingar, sigur hon.
Árliga hava vit umleið 64.000 tons av burturkasti í Føroyum, og 57 prosent av hesum stava frá vinnuni. Tí hevur vinnan stóran týdning, um vit skulu gerast betri til at skilja burturkast og gagnnýta tilfeingið, skrivar Vinnuhúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald