Innanlands

Vóna enn at hoyra frá fólki um grova harðskapin á Summarfestivalinum

Ein maður sló frá sær við jarnstong leygarmorgunin á Summarfetivalinum. Maðurin, sum var álopin varð raktur fleiri ferðir. Løgreglan ynskir at hoyra frá vitnum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-09-02 09:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vit hava ikki frætt nakað ítøkiligt, men nú er tað kanningardeildin sum tekur sær av tí. Vónandi fer onkur at venda sær til okkara um málið í dag, verður sagt av løgreglustøðini í morgun.

Tað var í gjárkvøldið, at løgreglan sendi út eftirlýsing eftir fólki sum høvu v erið vitni til grovan harðskap leygarmorgun á Summarfestivainum.

Løgreglan fekk leygardagin 6. august 2022 kl. 04:35 fráboðan um harðskap, sum varð framdur yvirav springvatninum við Klaksvíksveg/Vágstún, við suðurvest inngongdina til festivaløkið.

Talan var um ein mann, ið varð álopin av einum manni, sum sló frá sær við einari “jarnstong”. Maðurin, ið var álopin, bleiv raktur fleiri ferðir.

Heitt verður á tey sum hevur sæð ella hevur vitan um tilburðin at venda sær til løgregluna á telefon 114.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder