placeholder
Innanlands

Vit eru 620 fleiri í Føroyum

1. desember í fjør búðu 54.227 fólk í Føroyum. Tað eru 620 fleiri enn árið frammanundan. Vøksturin svarar til 1,2 prosent

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2023-01-13 11:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á níggjunda ári. Seinasta árið hevur hann verið lakari enn undanfarnu árini og er minkaður úr 1,4 prosentum til 1,2 prosent uppá eitt ár. Árligi fólkavøksturin var størstur í 2018, tá hann var yvir 1,6 prosent, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.

Tað eru fýra tættir, sum ávirka gongdina í fólkatalinum. Tað er tilflytingin og fráflytingin, umframt talið av føddum og deyðum. Seinasta árið vaks fólkatalið við 620. Íkastið frá nettoflytingini, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, var 502, meðan íkastið frá burðaravlopinum, sum er munurin millum fødd og deyð, var 118.

Burðaravlopið er minkað nógv samanborið við undanfarna tíðarskeið. Færri børn eru fødd, og fleiri eru deyð enn í undanfarna tíðarskeiði. Ein partur av minkaða burðaravlopinum verður uppvigað av nettoflytingini, sum er eitt sindur størri í hesum enn í undanfarna tíðarskeiði. Vøkstur hevur verið í bæði tilflyting og fráflyting, men av tí at tilflytingin er vaksin meira enn fráflytingin, stendur nettoflytingin við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder