Innanlands

Vísindavøka heima á Sandi í kvøld

Evnini eru havfrøðiligar broytingar, sjóvarfalsorka og búkilska 

2022-09-15 09:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í kvøld kl. 18.30 verður Vísindavøka á ferð á Sands Bókasavni Her vera tríggjar framløgur, hvør umleið 20 minuttir:

Inga Kristiansen, Havstovan: Sambandið ímillum sild, djóraæti og havfrøðiligar broytingar norðanfyri Føroyar í trý áratíggju

Knud Simonsen, Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetrið: Møguleikar fyri sjóvarfalsorku í føroysku firðunum

Marjun á Fríðriksmørk Berbisá, Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetrið: Hví hava føroyingar so ilt í búkinum?

Í ár er Vísindavøkan á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 12. til 19. september. Á hvørjum tiltaki eru tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum. Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder