Innanlands

Vinnuferðavinnan í Tórshavnar kommunu á breddan í Reykjavík

Eitt av málunum í ferðavinnupolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu er, at føroyski høvuðsstaðurin skal gerast ein av bestu vinnuferðavinnubýum í Evropa. Hetta kom fram á stórari ráðstevnu í Reykjavík fyrr í mánaðinum, har umboð fyri Tórshavnar kommunu og Visit Faroe Islands fundaðust við stovnar og myndugleikar og kannaður ymisk viðurskifti

Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Vinnunevndini hjá Tórshavnar kommunu, vísti í røðu sínari á, at Tórshavn er eitt fjølbroytt ferðamál við bæði náttúru og stórbýarlívi, og at í býnum eru góðir karmar til at hýsa millum annað ráðstevnum

Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Vinnunevndini hjá Tórshavnar kommunu, vísti í røðu sínari á, at Tórshavn er eitt fjølbroytt ferðamál við bæði náttúru og stórbýarlívi, og at í býnum eru góðir karmar til at hýsa millum annað ráðstevnum

2022-10-26 14:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eitt av málunum í nýggja ferðavinnupolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu “Fólk og ferðavinna – lið um lið”  er, at Tórshavn skal gerast ein av bestu vinnuferðavinnubýum í Evropa.

Umboð fyri Tórshavnar kommunu og Visit Faroe Islands hava fyrr í mánaðinum luttikið á Arctic Circle 2022 í Reykjavík við tí fyri eyga at menna vinnuferðavinnuna, og at bjóða Tórshavn fram sum fundar - og ráðstevnubý.

Umframt at fundast við ymiskar stovnar og myndugleikar, sum javnan skipa fyri ráðstevnum og arbeiðsfundum, nýttu umboðini eisini høvið til at kanna, hvussu Reykjavíkar kommuna arbeiðir við vinnuferðavinnu sum heild.

Millum tvey og trý túsund fólk úr øllum heiminum luttóku á nógvu og fjølbroyttu tiltøkunum, sum vóru í Harpu.  Arctic Circle endaði við einum føroyskum kvøldi, sum Jenis av Rana, landsstýrismaður var vertur fyri.

Tórshavnar kommuna hevur stuðlað tiltakinum. Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Vinnunevndini hjá Tórshavnar kommunu, helt røðu fyri einari fullsettari forhøll í Hørpu.

Kristianna Winther Poulsen nýttu høvið til at bjóða føroyska høvuðsstaðin og Føroyar fram sum ráðstevnu- og fundarbý.

Í røðuni vísti Kristianna Winther Poulsen á, at Tórshavn er eitt fjølbroytt ferðamál við bæði náttúru og stórbýarlívi, og at í býnum eru góðir karmar til at hýsa ráðstevnum við dygdargóðum hotellum, matstovum og ráðstevnuhølum.

Føroyska kvøldið endaði við einum braki, tá tónleikabólkarnir Lív og Tróndur og Hamradun bergtóku og settu lív í fjøldina við góðum føroyskum tónleiki.

Røðan varð hildin á enskum og kann lesast í fullum líki her

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder