Innanlands

Vilja hava valstað í Hoyvík

Í farnu viku samtykti fíggjarnevndin hjá Tórshavnar býráð at taka undir við at skipa Hoyvík sum valstað og beindi málið í býráðið við tilmæli um at fáa til vega góðkenning frá landsstýrismanninum í lógar- og innlendismálum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-01-23 13:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Tórshavnar kommunu eru í løtuni sjey valstøð – Tórshavn, Argir, Kollafjørður, Velbastaður, Nólsoy, Kaldbak og Hestur. 18. januar samtykti fíggjarnevndin hjá Tórshavnar býráð at taka undir við eisini at skipa eitt nýtt valstað í Hoyvík.

Heimild at skipa Hoyvík sum egið valstað er í § 20 í løgtingslóg um val til Løgtingið, men tað er landsstýrismaðurin, sum við kunngerð broytir valstøðini. Eitt nýtt valstað krevur sostatt góðkenning frá landsstýrismanninum í lógar- og innlendismálum.

Fíggjarnevndin beindi málið í býráðið við tilmæli um at fáa til vega góðkenning frá landsstýrismanninum, og málið kemur fyri á býráðsfundi hósdagin, skrivar Tórshavnar kommuna.

Høllin á Hálsi í Havn er størsta valstað í landinum. Á løgtingsvalinum 8. desember 2022 vórðu 13.482 borgarar, sum høvdu valrætt í Havn. 3.284 fólk í Hoyvík høvdu valrætt, og sostatt hevði talið á veljarum, sum skuldu velja á valstaðnum í Havn minkað uml. 25 prosent, niður í 10.200, um Hoyvíkingar høvdu teirra egna valstað.

Sambært Tórshavnar kommunu er tó óvist, hvønn týdning tað hevur á ferðslu- og atkvomuviðurskiftini í Høllini á Hálsi í sambandi við val, um Hoyvík verður skipað sum egið valstað. 

Metingar eru heldur ikki gjørdar av, um tað hevði kravt fleiri starvsfólk enn tey, sum í dag taka sær av valunum á valstaðnum í Høllini á Hálsi. Roknast kann tó við nakað av eyka kostnaði í mun til í dag, um eitt høli afturat skal skipast sum valstað og mannast við starvsfólkum at taka sær av sjálvum valinum og uppteljingini av atkvøðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder