Innanlands

Vilja hava føroyingar at reyta

Reyta.fo er nýggj talgild tænasta, sum gevur føroyingum møguleika at deila kundaupplivingar við aðrar føroyingar

2022-05-15 11:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tey flestu kenna líknandi skipanir úr útlandinum, men onkursvegna hava vit ikki megnað at fingið eina føroyska ummælisskipan. 

Hetta er nú broytt. Reyta.fo er ein nýggj talgild tænasta, ið gevur føroyingum møguleika at deila kundaupplivingar við aðrar føroyingar. 

Heimasíðan er serment til føroyska marknaðin og loyvir brúkarum at ummæla partafeløg, smápartafeløg, tænastur, nethandlar o.t. Tað er upp til brúkaran sjálvan, um hann ynskir at verða almennur ella dulnevndur, verður sagt í tíðindaskrivi.

Tó skulu allir brúkarir skrásetast og góðkenna treytirnar fyri at reyta.

Hugsjónin handan Reyta er, at føroyingar eiga at standa saman um tær góðu kundaupplivingarnar, sum í Føroyum kunnu betrast á nógvum økjum. 

- Tað skal heilt einfalt verða lættari og meira gjøgnumskygt hjá borgarum at vita hvørjir veitarar eru teir bestu innan sítt økið. Skráset tína reyting á reyta.fo og ger mun – Føroyum og føroyingum at frama.

Tað er Rógvi Sivertsen, sum eigur reyta.fo, og John Syderbø er stjóri í felagnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder