Innanlands

Vil tvinga fólk í sóttarhald

Landsstýrið hevur higartil givið fólkinum álit, men nú ynskir løgtingslimur í samgonguni at tvinga fólk í sóttarhald í seks dagar, tá tey koma úr útlondum

Christian Andreasen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Christian Andreasen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-11-03 15:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Christian Andreasen, løgtingslimur og formaður í rættarnevndini mælir landsstýrinum at fáa fatur heimildum, so Føroyar sleppa undan at koma í somu støðu, sum onnur lond í Evropa eru endað í.

Tað sigur hann í einum skrivi, sum VP hevur lagt út.

Hann mælir til, at áseta heimasóttarhald í 6 dagar fyri ferðafólk, sum koma til landið. At áseta tvungna koronatest dagar eftir komu, og at myndugleikarnir útvega sær heimild at stongja matstovur, barrir, og at seta bann fyri at ov nógv fólk savnast saman.

- Fólk eru troytt av hesum tiltøkum, líkasælan tekur yvir og fólk stúgva seg saman, sum var ongin koronasmitta, skrivar løgtingsmaðurin.

- Sum støðan er, hevur tað almenna ongar heimildir, skuldið smittan fingið fastatøkur millum okkum. Hendir tað, so verður tað ein ólukka.

- Endamálið er, at vit framhaldandi kunnu halda samfelagið opið, og ikki noyðast at fylgja restini av Europa, har alt verður meira ella minni lukkað, sigur Christian Andreasen, løgtingmaður fyri Fólkaflokkin.

Álit og ábyrgd
Løgmaður segði annars fyri bara seks døgum síðani at Føroya fólk og føroysku fyritøkurnar eiga rós fyri áhaldni í sambandi við koronastæðuna. Álit og ábyrgd eru lykilin til góðu koronustøðuna, sigur løgmaður.

- Støðan í Føroyum í løtuni er góð. Sammett við onnur lond, hava vit í stóran mun bygt á álit og ábyrgd hjá hvørjum einstøkum heldur enn at brúka eitt strangt lógarverk fyri at fáa fólk at halda seg til tilmælini. Føroya fólk og føroysku fyritøkurnar eiga stórt rós uppiborið fyri teirra áhaldni seinastu mánaðirnar, heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder