Innanlands

Avhoyra fleiri fólk í dag

Greiða skal fáast á, hvat hendi í Leirvík í gjár, tá ein bilur rendi á tveir mótkoyrandi bilar. Sjey fólk vóru í ferðsluóhappinum.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-11-01 09:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan arbeiðir í dag víðari við at fáa greiði á, hvat hendi tá ein bilur um hálvgun sjey tíðina í gjárkvøldið rendi á tveir mótkoyrandi bilar uttanfyri tunnilsmunnan við Leirvíkstunnilin leirvíkarmegin.

Tilsamans sjey fólk vóru í teimum trimum bilunum, og trý fólk vórðu flutt á sjúkrahús til nærri kanningar. Tað tóktiskt ikki álvarsligt, var fyrsta meldingin hjá løgregluni.

Eini bilurin bleiv vrak og hinir báðir blivu fluttir av staðnum. Tunnilin var stongdur í hálvan annan tíma.

Kanningarnar mugu so vísa, hví hetta hendi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder