Uttanlands

Kann vera í USA so leingi hann vil

Men amerikanski forsetin, Donald Trump sigur, at hann hevur ongar ætlanir um at hitta Flávio Bolsonaro, sum rýmdi til Florida í farnu viku.

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Saul Loeb/AFP/Ritzau Scanpix)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Saul Loeb/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-11-02 16:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Flávio Bolsonaro kann vera í USA, so leingi hann vil, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, sum leggur afturat, at hann hevur ikki ætlanir um at hitta Bolsonaro.

Bolsonaro kom til Florida mikudagin farnu viku, eftir at hann hevði tapt brasilska forsetavalið móti sitandi forsetanum, Luiz Inácio Lula da Silva. Hann hevur síðani hildið uppá, at valsvik er orsøkin til ósigur hansara, og metir hann seg vera tann veruligi brasilski forsetin.

Les eisini: – Eg verði forfylgdur

45 ára gamli Bolsonaro, sum er sonur fyrrverandi forsetanum, Jair Bolsonaro fekk 48,2 prosent av atkvøðunum í seinna umfari av forsetavalinum, meðan Lula, sum fylti 81 ár týsdagin, fekk 51,8.

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio segði um vikuskiftið, at amerikanska umsitingin ikki hevur lagt til rættis rýmingina hjá Bolsonaro til USA umvegis Argentina og Ekvador.

– Vit hava ikki lagt nakað til rættis. Vit fingu boð um, at hann var komin til USA. Hann hevur áður havt innferðarloyvi, og forsetin tók eina avgerð um at loyva honum at ferðast inn í landið, sigur Rubio sambært Ritzau.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder