At kappingarárið í fótbólti endaði gjár umframt at "halloween" setti dám á náttarlívið í nátt.
Av løgreglustøðini í morgun verður upplýst, at ein rúgva av fólki - og ikki minst fullum fólki - var í býnum.
Longu um 17 tíðina var løgreglan á einum bústaði í Havn, har tað gekk ov vilt fyri seg. Tvær bøtur vóru skrivaðar fyri brot á skilhaldsreglurnar fyri ljótan málburð, og so var ein maður eisini tikin við á støðina fyri at sláa ein persón í andlitið.
Løgreglan var eisini nógv til staðar í náttarlívinum, og har komu eisini fleiri fráboðanir frá fólki, sum har ordansmaktin varð boðsend at skilja partarnar. Eitt harðskapsmál var eisini á einum skeinkistaðið, har ein persónur var sligin fimm ferðir. Hesum málinum verður arbeitt víðari við í dag.
Eisini var herverk fram á ein rút, sum brotnaði. Eitt vitni sá hendingina, og løgreglan veit hvør framdi herverkið.
Umfrat hetta var ein rúgva av fullum fólki at taka sær av. Nógvir sjúkabilar eru sendir eftir fólki sum vóru komin til skaða, fólki sum høvdu smekkað seg í, og so hevur løgreglan eisini tikið sær av at vakt full fólk og eisini koyrt nøkur teirra til hús.
Tilsamans trý fólk hava ligið nátt í klivunum á politistøðini. Tann eini bleiv handtikin á áðurnevnda bústaði, har tað bleiv ov vilt, og hinir báðir persónarnir "vóru ikki egnaðir at vera millum fólk", sum tey orða seg á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald