Innanlands

Video: Tá oyru eru eygu

Blindafelagið hevur latið gjørt nýggjan film til ”Gev gætur” í sjónvarpinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-09-07 15:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroya Blindafelag letur í dag tann fyrsta av trimum filmsbrotum úr hondum, ið lýsa tilveruna sum blindur í Føroyum. Filmarnir skulu økja um tilvitanina um tær avbjóðingar, ið blind og sjónveik hava í gerandisdegnum. 

Fyrsti filmurin verður partur av Gev Gætur sendingini í Kringvarpinum í kvøld eftir Dag og viku, men kann longu nú síggjast á Youtube og Facebook.

Filmarnir eru allir filmaðir í myrkri, og lýsa støðuna sum blindur við, at bert tað, ið hoyrist er sjónligt. Oyruni gerast eyguni hjá hyggjaranum eins og tey eru hjá tí blinda.

Seinastu 20 árini hava vit í Gev Gætur sendingini í KVF sæð somu filmsbrot um lívið sum blindur, víst umaftur og umaftur. Tíðarinnar tonn hevur tugt tey væl, og hóast tey enn hava sína sjarmu, so eru bæði luttakarar í filmunum og støðurnar í filmunum broyttar rættiliga nógv. 

Fyrsti av nýggju filmunum er um ferðslu, og tær avbjóðingar, ið el-bilar og aðrir ljóðleysir bilar geva teimum sjónveiku. 

Hóast filmarnir er eitt rættiligt lop frá 20 ára gomlu filmunum, so er Ruth Thomsen, forkvinna í Føroya Blindafelag, nú sum áður høvuðsleikari, eins og fleiri av teimum, ið vóru í gomlu filmunum, eru við aftur hesaferð.

Tað er Nudlavirkið, ið hevur ment hugskotið og staðið fyri framleiðsluni í samstarvi við Friisframe, ið tók sær av film og klipping. F.H. Studio hevur ment ljóðmyndirnar og Katrin Joensen-Næs hevur leikstjórnað.

Føroya Blindafelag ynskir at takka P/F Wenzel, Árstíðunum, FK, Norðurlandahúsinum, Sjóndeplinum og øllum hjálparfólkunum fyri hjálpina í sambandi við filmingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder