Innanlands

Vestmanna fær nýggjan borgarstjóra í kvøld

Bygdarráðið skal í kvøld taka støðu skipa av bygdarráðnum, nú Pauli Trond Petersen hevur ynskt atv era loystur úr starvinum

Pauli Trond Petersen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Pauli Trond Petersen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-09-02 09:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Pauli Trond Petersen boðaði týsdagin Vestmanna kommunu frá, at hann ynskti at leggja frá sær sum borgarstjóri. Í kvøld, á eyka bygdarráðsfundi, skal bygdarráðið taka støðu til hvør skal vera borgarstjóri í kommununi.

Fýra mál eru á skránni. Tað fyrsta er skrivið frá Paula Trond Petersen um at vera loystur úr starvi. Síðan er skipan av bygdarráðnum, val av nevndum og til síðst setanarbrøkur borgarstjórans.

Varaborgarstjórin Bjørg á Rógvi hevur røkt borgarstjórastarvið seinastu mánaðirnar meðan Pauli Trond Petersen hevur verið til fiskiskap við Vestmenningi.

Hann segði við útvarpið fyrr í vikuni, at hann heldur fram sum bygdarráðslimur valskeiðið út, men stillar ikki uppaftur næsta val. Heldur ikki í landspolitikki.

Pauli Trond Petersen fekk 248 atkvøður til seinasta kommunuvali.

Eyka bygdarráðsfundurin er opin fyri almenninginum og verður klokkan 20 á kommunuskrivstovuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder