Innanlands

Veruligi toppskorarin situr í Famjin

Jóanis Lisberg var tað valevni, sum fekk flestar atkvøður í mun til greiddar atkvøður

Jóanis Lisberg, Famjin (Mynd av Facebook)

Jóanis Lisberg, Famjin (Mynd av Facebook)

2020-11-11 16:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nógv varð tosað um toppskorarar, atkvøðutal og undirtøku á bý- og bygdarráðsvalunum í gjárkvøldið. At Heðin Mortensen var toppskorari í Havn og at Tórbjørn Jacobsen tók metið í Runavík.

Men tann borgarstjórin, sum fekk lutfalsliga besta valið í gjár, var borgarstjórin í Famjin, Jóanis Lisberg, sum fekk 35 atkvøður.

Við tað, at tað vóru 73 greiddar atkvøður í Famjins kommunu í gjár, so svarar undirtøkan fyri sitandi borgarstjóra til næstan helmingin av øllum atkvøðunum, ella 47,9 prosent. Og Jóanis Lisberg er sostatt toppskorarin í prosentum í mun til givnar atkvøður.

Yvirhøvur er tað – og tað er eisini heilt nátúrligt – valevnini í teimum smæstu kommununum, sum hava størst lutfalsliga undirtøku.

Vit hava gjørt eina uppgerð yvir, hvussu nógv prosent toppskorararnir í teimum einstøku kommununum fingu í mun til samlaða atkvøðutalið, og úrslitið gjørdist hetta:

Jóanis Lisberg, Famjin, 47,9
Delmar Tausen, Hov, 43,1
Poul O. Tórarenni, Skúvoy, 41,2
Símun Gullaksen, Fugloy, 38,2
Pauli T. Petersen, 32,9
Linjohn Christiansen, Skálavík, 32,4
Halltóra Joensen, Sumba, 28,6
Símun H. Johannessen, Húsavík, 27,5
Rógvi Egilstoft, Eiði, 24,4
Kristin Michelsen, Tvøroyri, 23,4
Janus Thomsen, Hvalba, 23,4
Ingrid Petersen, Hvannasund, 22,1
Marita Sumberg, Viðareiði, 20,9
Gerhard Lognberg, Skopun, 20,5
Poul J. Poulsen, Kunoy, 19,4
Hans J. Sørensen, Kvívík, 18,7
Heini S. Kristiansen, Nes, 18,3
Dennis Holm, Vágur, 18,0
Tórbjørn Jacobsen, Runavík, 17,8
Andreas Berg, Porkeri, 17,8
Heðin Mortensen, 17,4
Eyð Ellingsgaard, Sørvágur, 16,3
Artur Johansen, Sjóvar, 14,8
Heri Sverrason, Sandur, 12,6
Jógvan Skorheim, Klaksvík, 11,5
Jógvan Kruse, Sunda, 9,1
Per Martin Gregersen, Eysturkommuna, 8,9
Dávur Juul, Fuglafjørður 7,4
Bjarni Prior, Vága, 7,2 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder