2026-10-01 08:02
Í gjár endaðu tveir bilar í einum ferðsluóhappi í Hósvík.
Ein bilur, sum kom koyrandi úr bygdini helt ikki víkiskylduna og rendi á ein annan bil.
Eingin fólkaskaði var, men bilarnir fingu skaða, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Førarin var útlendingur, og bilurin, sum hann koyrdi við, var ein leigubilur. Viðkomandi var á veg av landinum, og tí varð málið avgreitt beinanvegin við bót á 2.000 krónur.
Kemur hesin aftur til Føroya, skal hann upp til nýggja koyriroynd, áðrenn hann sleppur at koyra bil í Føroyum aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald