Í døgunum 23. til 25. oktober verða árligu stórmøtini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini aftur á skrá, og hesa ferð verða tey hildin í stórhøllini við Tjarnir.
Vikuskiftið bjóðar bæði felagsskap, sang, fyrilestrar, familjutiltøk og møtir fyri øll ættarlið, skrivar Trúboðin.
Á skránni eru m.a. trý høvuðsmøtir við heitunum „Skriftin eina“, „Trúgvin eina“ og „Náðin eina“. Talarar verða Torleif Johannesen, Marjan Kass Nielsen og Pól Johannesen, meðan fleiri einstaklingar og kór luttaka við sangi gjøgnum vikuskiftið.
Fríggjakvøldið og leygarkvøldið eru ungdómsmøtir, fyri yngru ættarliðini eru serlig juniortiltøk, og umframt at barnaansing er fyri tey smáu, meðan kvøldmøtini eru.
Leygardagin verður høvi at velja millum fýra áhugatímar. Har verður varpað ljós á dópin, altarborðið, Bíbliuna og læruna hjá Luther um tey tvey valdini, og sunnudagin verður stóra familjutiltakið Spíraløtan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald