Vátaslettingur og kavi næstu dagarnar

Tað fór at kava nýggjársaftan og næstu dagarnar verður veruligt vetrarveður

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-01 16:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vit kunnu vænta kava næstu dagarnar. Tað eru veðurstovnurnar samdar um.

Veðurstova Føroya skrivar í fimm daga forsøgnini, at eitt lágtrýst, 976 hPa, yvir Suðurskandinavia flytur seg spakuliga eystureftir og verður í morgin yvir Eystursjónum, har tað verður liggjandi næstu dagarnar. Hetta elvir til eitt kalt rák við vátaslettingi og kava norðaneftir í dag og næstu dagarnar.

Í dag er strúkur í vindi upp í skrið norðan, 13 til 18 m/s. Skýggjað, í løtum hálvskýggjað, og ælaveður við heglingi ella kava. Hitin millum -2 og 4 stig.

Og umleið soleiðis verður veðrið til mánadagin, tá vindurin minkar nakað.

Sí feskastu veðurforsøgnina her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder