Innanlands

Strandferðslan hyggur eftir avloysaraskipum

Ilt er tó at siga nær eitt avloysaraskip fyri Smyril kann skaffast - men tørvurin er bráðneyðugur.

Smyril skal í dokk aftur um tvey ár - tá í 11-12 vikur (Savnsmynd)

Smyril skal í dokk aftur um tvey ár - tá í 11-12 vikur (Savnsmynd)

2026-09-22 12:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Strandferðslan leitar í løtuni eftir skipum, sum eru egnað sum avloysaraskip fyri Smyril á Suðuroyarleiðini.

- Hugt verður nærri eftir meira enn einum skipi, og eg rokni við innan stutta tíð at fáa nærri at vita, um vit hava møguleika fyri at fáa hendur á einum egnaðum skipi.

Soleiðis segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við samferðslumálum á løgtingi í dag.

Tað var Súsanna Bertholdsen, sum setti landsstýrismanninum ófráboðan fyrispurning um hvussu gongst við at finna eitt avloysaraskip.

- Hetta er eitt álvarsmál, tí vit mugu ongantíð aftur koma í líknandi støðu, sum suðuroyingar upplivdu fyri ári síðani, tá Galaxy røkti suðuroyarsiglingina. Avleiðingarnar fyri Suðuroynna av hesum eru nógv størri, enn hvat fólk geva sær far um, segði Súsanna Bertholdsen millum annað.

Í svari sínum vísti Jacob Vestargaard á, at tað verður leitað av øllum alvi at finna eitt egnað avloysaraskip, tí hetta hevur skund. Smyril skal aftur í dokk um tvey ár, og tá skulu allir motorarnir skiftast út, og roknast skal við, at dokkingin varir í 11-12 vikur.

Ein váðameting er gjørd av Smyrli, sum vísir at skrokkurin hevur tað gott, men motorar og køliskipan eru í ‘reyða feltinum’, sum landsstýrismaðurin málbar seg. Hetta merkir, at vandi er fyri at Smyril knappliga ikki er førur fyri at sigla, og tí er alneyðugt at finna eitt avloysaraskip, segði landsstýrismaðurin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder