Innanlands

Beinta Løwe aftur á ting – nú fyri Framsókn

Haraldur S. Hammer á ting á fyrsta sinni fyri Sambandsflokkin.

Beinta Løwe - hevur fyrr sitið á tingi fyri Tjóðveldið (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Beinta Løwe - hevur fyrr sitið á tingi fyri Tjóðveldið (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-09-22 11:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tvey eykafólk hava í dag tikið sæti á løgtingi, nú Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum og Ruth Vang úr Framsókn hava biðið um farloyvi í eitt tíðarskeið.

Næstur á listanum hjá Sambandsflokkinum, er Haraldur S. Hammer, og hjá Framsókn, Beinta Løwe, sum fyrr hevur sitið á tingi fyri Tjóðveldi, men til seinasta val valdi at stilla upp fyri Framsókn.

Haraldur Símunarson Hammer fekk á løgtingsvalinum 26. mars 198 persónligar atkvøður sum nummar 11 á listanum hjá Sambandsflokkinum.

Beinta Løwe fekk 245 persónligar atkvøður sum nummar trý á listanum hjá Framsókn.

[object Object]Haraldur S. Hammer er bygdaráðslimur í Sunda kommunu og eisini formaður í nevndini fyri Sev (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder