Innanlands

Smyril siglir færri túrar mikudagin

Vegna dagføring av MES-støðunum umborð verða vanligu túrarnir av Havnini ikki 08.45 og av Krambatanga kl. 11.30 ikki sigldir í morgin, 23. september.

Seinasta hond skal nú leggjast á arbeiðið við at dagføra MES-støðirnar umborð á Smyrli - ferðafólkatalið hevur seinastu tíðina verið avmarkað (Mynd: Sverri Egholm)

Seinasta hond skal nú leggjast á arbeiðið við at dagføra MES-støðirnar umborð á Smyrli - ferðafólkatalið hevur seinastu tíðina verið avmarkað (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-22 13:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta hond skal nú leggjast á arbeiðið við at dagføra MES-støðirnar umborð á Smyrli.

Í hesum sambandi verða, eins og seinasta mikudag, broytingar í ferðaætlanini hjá Smyrli í morgin

Strandferðslan boðar á heimasíðu sínari frá, at hesar fráferðirnar ikki verða sigldar í morgin, 23. september: av Havnini kl. 08:45 og av Krambatanga kl. 11.30.

Hetta eru annars vanligir túrar mikudagin, men í hesum førum verða bert fýra túrar silgdir. 

Sí ferðaætlan her

Í sambandi við arbeiðið við MES-støðunum umborð á Smyrli seinastu tvær vikurnar, hevur ferðafólkatalið hjá Smyrli verið avmarkað til 500.

Frá hósdegnum verður tað eftir ætlan sum vanligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder