Innanlands

Vápnað løgreglufólk í býnum í dag

Talan er um eina venjing, sum fer fram ymsastaðni í Havn

(Mynd: Føroya politi)

(Mynd: Føroya politi)

2026-01-29 10:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan ávarar um, at fólk kunnu uppliva at síggja vápnaða løgreglufólk, løgreglubilar og handtøkur ymsastaðni í Havn.

Talan er um eina politivenjing, boðar løgreglan frá.

Venjingin fer fram ymsa staðni í býnum millum klokkan 9 og 15.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder