Innanlands

Miðlastuðul, koronukoppseting og sjúkradagpeningur til viðgerðar í dag

Sjey mál eru á skránni í tinginum í dag, m.a. eitt svar til fyrispurning hjá Jenisi av Rana um hjáárin av koronukoppseting.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-11-18 10:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sjey mál eru á skránni í tinginum í dag.

Á dagsins tingfundi, sum byrjar klokkan 11, eru framløga, tvær 1. viðgerðir, tvær 2. viðgerðir, ein 3. viðgerð og ein skrivligur fyrispurningur.

Til 1. viðgerð eru eitt uppskot til samtyktar um at seta á stovn eitt tilboð um grundútbúgving innan tilbúgving, umframt uppskot til broytingar í lógini um miðlastuðul, sum snýr seg um rakstrarstuðul og staðbundnan stuðul.

Til 2. viðgerð eru eitt uppskot um broyting í Heilsutrygdarlógini um at flyta innkrevjing, ábyrgd og málsviðgerð av heilsutrygdargjaldi til TAKS at umsita, og eitt uppskot um at hækka hámarkið fyri dagpeningaveiting.

Uppskotið, sum skal til 3. viðgerð snýr seg um at hækka inntøkumarkið fyri mótrokning í lestrarstuðli.

Skrivligi fyrispurningurin er frá Jenisi av Rana úr Miðflokkinum til Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum og snýr seg um koppsetingar fyri koronu.

Les eisini: Tingmaður: 42 fráboðanir um hjáárin eftir koronukoppseting

Skráin fyri tingfundin sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder