Innanlands

Vánalig koyrilíkindi í morgun

Seinasta samdøgrið hevur verið nógv merkt av veðrinum og vánaligu koyrilíkindunum, og hava tey m.a. elvt til ferðsluproppar, sigur løgreglan

Soleiðis sá út við Kollafjarðartunnilin um níggju-tíðina í morgun (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

Soleiðis sá út við Kollafjarðartunnilin um níggju-tíðina í morgun (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

2023-01-16 11:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur verið nógv merkt av veðrinum og vánaligum koyrilíkindum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Dømi hava verið um bilar, sum hava staðið illa fyri, og fólk hava verið noydd at farið frá bilinum, og eisini hevur løgreglan sent fleiri sjúkrabilar eftir fólki, sum eru dottin í hálkuni.

Vaktleiðarin leggur afturat, at hálkan eisini hevur elvt til nøkru smærri ferðsluóhapp.  Sunnumorgunin tók løgreglan eisini ein bilførara í Havn fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.

Hált og glerstoytt í støðum

Í morgun hevur Landsverk boðað frá, at tað er hált og glerstoytt í støðum um alt landið, og heitt verður á bilførarar, um at vísa varsemi og koyra eftir umstøðunum eftir Gjáarvegnum og á Oyggjarvegnum.

Boðað verður m.a. frá hálku á Streymnesi, Gøtueiði, eystanfyri Norðskálatunnilin, á Høgareyni, á Sandavágshálsi, og á Porkerishálsi.

Vánaligu koyrilíkindini hava eisini elvt til ferðsluproppar í morgun, m.a. í Kollafirði, og av løgreglustøðini verður sagt, at tey kunnu ikki gera annað enn at frámæla fólki at fara út at koyra, um tað ikki er neyðugt.

Seinkingar kunnu væntast

Strandferðslan boðar eisini frá, at seinkingar kunnu væntast á fleiri komum og fráferðum hjá Bygdaleiðum í dag orsakað av veðrinum.

Fyribils er eingin koyring á leið 481, og leið 100 koyrir fyribils bert til og frá Torginum í Vestmanna, og koyrir ikki eftir Bøgøtu, so leingi tað ikki er saltað á vegastrekkinum. Leið 400 koyrir heldur ikki oman til Syðrugøtu í dag, skrivar Strandferðslan.

Koyrilíkindini hjá Landsverki síggjast her.

[object Object]
(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder