Innanlands

Valstøð í nógvum statum afturlatin - fleiri og fleiri tykjast avgjørdir

Liðugt er at atkvøða í District of Columbia, har høvuðsstaðurin er, og í 16 statum. Biden stendur til at hava nakað fleiri valmenn í løtuni, men Trump liggur til at vinna Florida

Joe Biden er á odda 88-57 í løtuni. Einki heilt óvæntað er hent (Mynd: EPA)

Joe Biden er á odda 88-57 í løtuni. Einki heilt óvæntað er hent (Mynd: EPA)

2020-11-04 01:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 01.00 vórðu valstøðini í hesum støðum latin aftur:

Alabama
Connecticut
Delaware
District of Columbia - Washington D.C
Florida
Illinois
Maine
Maryland
Massachusetts 
Mississippi
Missouri
New Hampshire
New Jersey
Oklahoma
Pennsylvania
Rhode Island
Tennessee

Statirnir í feitum eru teir mest áhugaverdu, tí tað eru tveir av teimum størstu svingstatunum; t.v.s har veruligur ivi er um úrslitið. 

Tað er tað ikki í mllum annað Illinois og Tennessee, ið ávíkavist Biden og Trump sum væntað hava vunnið. Hóast allar atkvøðurnar í ymsu statunum ikki eru taldar upp, so er munurin so stórur, eftir at ein partur er taldur upp, og tá hugt verður eftir "exit polls". So lítlir statir sum til dømis Rhode Island eru dømdir til Biden, og Trump hevur millum annað vunnið Oklahoma og South Carolina. 

Alt bendir á, at demokratiska valevni fær teir tríggjar valmenninar í høvuðsstaðnum Washington, D.C (District of Columbia) og í heimstatinum Delaware. Joe Biden er á odda 88-57, tá tað snýr seg um valmenn, í løtuni. 270 gevur meiriluta. 16 statir, umframt Washington D.C, eru avgjørdir. Teir eru endaðir, sum ein kundi væntað - eingin svingstatir er avgjørdur enn.

Í Florida sær tað ikki so gott út hjá Biden - hetta er kanska tann svingstaturin, ið er mest týdninarmikil- Trump sær út til at aftur fáa fatur á statinum, tó at leiðslan ikki er stór, nú áleið 10 prosent av atkvøðunum mangla at verða taldar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder