Innanlands

Valplakatir skulu ikki vera til ampa fyri ferðsluna

Millum annað eiga tær ikki at verða settar í rundkoyringum og á ferðsluoyggjum ella verða hongdar á steyrar við ferðsluskeltu. Í samband við fólkatingsvalið síðst í mánaðinum hava Landsverk, Ráðið fyri Ferðslutrygd, Føroya Politi og Kommunufelagið gjørt vegleiðing um valplakatir

2022-10-12 10:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í síðstu viku skrivaði danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, út Fólkatingsval at vera týsdagin 1. novembur 2022.

Síðani er avgjørt, at føroyingar skulu á val mánadagin 31. oktobur, av tí at Allahalganadagur - minningardagur teirra sjólatnu er 1. november. 

Valfepurin er longu byrjaður, og politisku flokkarnir brynja seg til valstríðið. Valstríð og valplakatir hanga nátúrliga saman og næstu tíðina verða væntandi hópin av andlitsmyndum at síggja á alskyns støðum í almenna rúminum, við áheitan um at velja júst seg.

Soleiðis skrivar Landsverk á heimasíðu sínari, í samband við at Landsverk, Ráðið fyri Ferðslutrygd, Føroya Politi og Kommunufelagið minna á, hvat sømir seg í mun til at hanga valplakatir upp.

- Við øllum góðynskjum um eitt gott val til tín, sum bjóðar teg fram á politiska vígvøllinum, koma her nøkur góð ferðsluráð um trygga staðseting av valplakatum:

Síðani koma nøkur punkt, har tað fyrst og fremst verður gjørt greitt, at valplakatirnar mugu ikki vera til ampa fyri ferðsluna, órógva útsýnisviðurskiftini á vegnum ella fjala ferðsluskelti.

Valplakatir eiga heldur ikki at verða settar í rundkoyringum og ferðsluoyggjum ella verða hongdar á steyrar við ferðsluskeltum, ella aðrari góðkendari ferðslumerking.

Tær kunnu tí heingjast á lyktasteyrar, ella annan útbúnað, sum er gjørdur til endamálið og minst 2,3 m yvir gongu- ella súkklubreyt og minst hálvan metur frá vegjaðara.

Til ber at síggja alt yvirlitið á landsverk.fo. Ein faldari er eisini gjørdur til endamálið, ið kann takast niður á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder