Innanlands

Vágs kirkja bjóðar til morgunmat og guðstænastu

Í dag fær kirkjan vitjan av nýggja prestinum í oynni, Hanus Pál Jógvansson

2022-09-04 09:10 Author image
Innsent
placeholder

Vágs kirkja far sunnudagin 4. september vitjan av nýggja prestinum í oynni Hanus Pál Jógvansson, sum fyribils er settur sóknarprestur komandi árið.

Og í hesum sambandi hevur kirkjuráðið saman við sunnudagsskúlanum í Meinigheitshúsinum skipað soleiðis fyri, at tað verður morgunmatur kl. 10.00 í Meinigheitshúsinum og síðani guðstænasta kl. 11.00 í kirkjuni, har Hanus Pál umframt stutta prædiku eisini hevur eitt orð til børnini, umframt at tveir sunnudagsskúlasangir verða sungnir.

Av tí at samlast verður til morgunmat og guðstænastu, so er eingin sunnudagsskúli seinnapartin.

Tað er ókeypis, og letur Hans Pál Jógvansson heilsa, at hann gleðir seg hitta vágbingar og vitjandi sunnumorgunin til morgunmatin í Meinigheitshúsinum og til guðstænastuna í Vágs kirkju.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder