Innanlands

Vága kommuna: Tvey grundøki til íbúðarbygging í Sandavági

Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar, men tað er ein treyt, at tað er eitt hóskandi tal av íbúðum í verkætlanini, sigur Vága kommuna

(Mynd: Vága kommuna)

(Mynd: Vága kommuna)

2023-01-15 13:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vága kommuna hevur nú lýst tvey grundøkir í Sandavági til sølu til íbúðarbygging, sum eru ávikavíst 1.300 og 2.000 fermetrar.

Økið liggur við innkomuvegin til bústaðarøkið Sarpar í Sandavági, við góðum útsýni yvir bygdina og út á fjørðin.

Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar, men tað er ein treyt, at tað er eitt hóskandi tal av íbúðum í verkætlanini, skrivar kommunan, sum sigur seg ynskja at bjóða ein fjølbroyttan bústaðarmarknað.

Sagt verður, at tað er ein fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, og at atlit verður tikið til umhvørvið og útsýnið. Dentur verður lagdur á, at byggingin tekur seg væl út, er dygdargóð og fellur væl inn í lendið.

Freistin at lata inn skrivlig boð er fríggjadagin í komandi viku, 20. januar klokkan 12. Meira kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder