Innanlands

Vænta at kunna kunngera navnið klokkan 18

Mett verður, at Jacob Vestergaard tekur sæti aftur í landsstýrinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-02-21 17:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Landsstýris- og tingmanningin hjá Fólkaflokkinum hevur allan seinnapartin sitið á fundi fyri at viðgera støðuna, sum flokkurin kom í eftir at floksformaðurin Jørgen Niclasen segði landsstýrissess sín frá sær.

Endamálið við fundinum er í fyrsta lagi at finna ein nýggjan persón at seta í landsstýrissessin við fíggjarmálum.

Útvarpið visti fyri løtu síðani at siga frá Christiani Andreasen, at Fólkaflokkurin roknar við at kunna kunngera navnið á nýggja landsstýrismanninum klokkan 18.

Løgmaður skal hava fingið eitt navn at taka støðu til, og av gamla apoteki verður mett, at talan er um Jacob Vestergaard, sum fyri bert fáum vikum síðani røkti fiskivinnumál í landsstýrinum, men segði sessin frá sær, tí hann vildi hava tingsessin aftur í eini roynd at forða fyri, at málið um sammøður varð samtykt.

Tá segði Bárður á Steig, løgmaður, at tað fór ikki at koma upp á tal, at Jacob Vestergaard ella Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, sum tá søgdu sessirnar frá sær, fóru at gerast landsstýrisfólk aftur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder