Innanlands

Útstykkingin í Leirvík skjótt liðug

Eftir ætlan skuldi arbeiðið vera liðugt í september, men tað hevur gingið so mikið væl, at longu í summar verður útstykkingin liðug

(Mynd: Articon)

(Mynd: Articon)

2022-05-20 11:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er komið so langt við arbeiðinum at stykkja út fyri nýggjum grundstykkjum í Leirvík, at nú verður asfalt lagt á vegirnar. 

Annað arbeiði er tað mesta gjørt, eitt nú avgrevstur, planering, kloakk- og vatnleiðingar, innføringar, kantsteinar og montering av ljóssteyrum.

Eysturkommuna skrivar, at samstarvið við ArticonTeknistovan GøtaEl-TeknikEM AsfaltSEV og NET hevur verið sera gott. Útstykkingararbeiðið skuldi vera liðugt í september í ár, men hevur gingið so væl, at tað verður liðugt longu í summar.

Talan er um 16 nýggj grundstykki verða gjørd og eru úr 525 til 580 fermetrar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder