Mentan

Útnorðurdagurin setur sjóneykuna á tað gráa gullið

Hvussu kunnu vit fáa betri gagn av teimum royndunum, førleikunum og tilfeinginum, sum eitt longri lív hevur við sær? Hetta verður aðalspurningurin, tá ið Útnorðurdagurin 2026 setur sjóneykuna á Silver Economy í Norðurlandahúsinum 23. september kl. 16.

2026-09-21 19:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vit liva alsamt longur, og fleiri eldri eiga nógv virkin ár fyri framman. Hetta gevur tí einstaka, vinnulívinum og samfelagnum nýggjar møguleikar. Tað snýr seg um m.a. eitt longri og liðiligari arbeiðslív, íverksetan, sjálvsvild og nýggjar mátar at taka lut í lokalsamfelagnum.

Á Útnorðurdegnum hevur Eirik Fiva, verkætlanarleiðari fyri NORA-verkætlanina Seniorer – NORAs guldreserver, framløgu um, hvussu meira kann fáast burtur úr vitan, royndum og arbeiðsmegi hjá eldri.

Aftan á framløguna verður pallborðsorðaskifti við luttakarum úr Havnar Arbeiðarafelagi, Landsfelagi Pensjónista, Føroya Lærarafelagi, Útnorðurráðnum og Vinnuhúsinum. Tey fara at umrøða, hvussu vit í útnorðri kunnu skapa nýggjar møguleikar fyri eldri og samstundis fáa meira gleði av teirra førleikum.

Á degnum verður eisini eitt tónleikainnslag frá vísusangaranum, Kára P., sum framførir nøkur úrvald løg.

Tiltakið er partur av Útnorðurdegnum, sum setur sjóneykuna á aktuell evni og møguleikar fyri samstarvi tvørtur um londini í útnorðri.

Norðurlandahúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder