Innanlands

Útlendskur maður breyt beinið í Kalsoynni

Seinastu dagarnar hevur tyrlan fleiri ferðir verið eftir fólki, sum eru komin til skaða í fjøllunum, og í gjár hendi tað aftur, tá ein útlendskur maður breyt beinið í Kalsoynni

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-08-06 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stutt eftir klokkan 11 fyrrapartin í gjár vórðu boð eftir tyrluni hjá Atlantic Helicopters.

Orsøkin var, at ein útlendskur maður, sum hevði verið á Kallinum, hevði brotið beinið.

Sambært heimasíðuni hjá Vørn varð maðurin fluttur á Landssjúkrahúsið.

Og tað er hent fleiri ferðir hesa vikuna, at tyrlan hevur verið eftir fólki, sum eru komin til skaða í fjøllunum.

Mikudagin varð ein útlendskur maður eisini fluttur við tyrlu av Kalsoynni, tí hann hevði fingið skaða í beinið, og mánadagin fór tyrlan eisini eftir einari kvinnu í Kunoy, sum hevði fingið skaða í armin.

Sambært løgregluni varð tyrlan eisini boðsend tvær ferðir hósdagin eftir fólki. Eitt útlendskt ferðafólk breyt beinið við Norðadalskarð, og eitt annað útlendskt ferðafólk breyt armin í Nólsoy.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder