Innanlands

Tyrlan eftir útlendskum manni í Kalsoynni

Maðurin, sum hevði fingið skaða í beinið norðanfyri Trøllanes, varð fluttur á Landssjúkrahúsið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-08-04 08:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíðliga seinnapartin í gjár vóru boð eftir tyrluni hjá Atlantic Helicopters.

Orsøkin var, at ein útlendskur maður, sum var staddur í haganum norðanfyri Trøllanes, hevði fingið skaða í beinið.

Sambært heimasíðuni hjá Vørn kom fráboðanin beint eftir klokkan hálvgum tvey, og trý korter seinni kom tyrlan á Landssjúkrahúsið við manninum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder